Vælveruferðir
Sri Lanka í jan/feb – Skodsborg í mai & september
Vælveruferðir
Vælveruferd til Sri Lanka
Eg havi ferðast til Sri Lanka nærum hvønn vetur, síðan 2016 og ynski at bjóða tær at uppliva hetta fantastiska land, á eini vælveruferð við Pilates Vælveru.
Ferðin til Sri Lanka, er til tín, ið ynskir ein meiri fjarskotnan steðg úr gerandisdegnum. Tú kanst tilmelda teg einsamøll, ella saman við onkrum ið tú trívist væl saman við. Pør eru eisini vælkomin <3
Treingir tú til nýggja orku, hvíld, heilsugóðan mat, fríska frukt og kanska at implementera nýggjar vanar í lívið, so eru mínar vælverferðir til Sri Lanka, nakað ið tú skuldi umhugsað at komið við til.
Íroknað prísin:
– Ferðaseðil Kastrup Lufthavn til Sri Lanka, via Doha og aftur til Kastrup.
– 5 nætur á hugnaligum 4 stjørnaðum boutique resorti ið liggur Á strondini í Weligama,
-3 nætur á 4 stjørnaðum luksu jungle-resort, sum liggur í jungluni, har tú kanst uppliva tann óspilta partin av Sri Lanka, vid apum, litríkum fuglum osfr. Hetta resortid liggur tó einans 15 min frá Galle.
-1 nátt á 4 stjørnaðum hotelli í Colombo, einans 20 min at koyra til flogvøllin. Øll hotellini eru við morgunmati íroknað prísinum.
– Róligt, rehabiliterandi pilates hvønn morgun og uml 2.hvønn seinnapart.
– mini buss frá flogvøllinum +til og ímillum hotellini.
-Útferd til teplantasju.
.
Prísur úr 17.595,- fyri ein tá tvey deila dupultkamar.
Væntandi verður næsta ferðin til Sri Lanka í januar /februar 2026.
Vælveruvikuskifti til Spahotel Skodsborg
Vælveru vikuskifti til Spahotel Skodsborg er til tín, id ynskir at njóta 2 samdøgur í spa, saunagus, havdypp, róligt, rehabiliterandi pilates morgun og seinnapart, mindfullan gongutúr í skógin har vit ganga í frástødu. Antin einsamøll, ella saman vid onkrum, id tú trívist væl saman vid.
16.-18. mai 2025
5.-7. september 2025
Tú ert vælkomin at skriva ein t-post til [email protected], um tú ynskir at hoyra nærri 🙂
