Pilates
Hvat er pilates og hvørjar ágóðar tað hevur við sær?
HVAT ER PILATES?
Pilates er Tryggar rørslur, ið fevna um allar liðir, vøddar og bindivevnað, við integreraðum andadrátti. Pilates verður brúkt nógv sum endurvenjing. Nógvir fysioterapeutar brúka mong av øvilsunum í teirra virksemi. Venjingin tekur støði í, at kroppurin ein samnhangandi eind. Pilates er rørslur, ið betra um mátan, ið tú ber tín kropp ígjøgnum gerandisdagin. Klassiskt pilates leggur dent á at venja kjarnuvøddar, búk, kokubotn, lendar og rygg. Eisini verður dentur lagdur á andadráttin.Hvussu tú brúkar andadráttin ávirkar virknaðin av venjingini.


Mítt Pilates
Tey skeiðini, ið eg havi tikið, aftaná Pilates-útbúgvingina, hava lært meg týdningin av, at pilates eisini er ein kropsterapeutisk venjing. Kroppsterapeutiska venjingin innber, at tú ígjøgnum rørslurnar og andadráttin sansar kroppin betur. Tú kemur í samband við parasympatiska nervalagið. Parasympatiska nervalagið er, har kroppur og sinn mugu vera, fyri at kunna stressa av.
HVÍ VENJA PILATES?
Vit koma ígjøgnum allar liðir á kroppinum. Styrkja teir djúpu og smærru vøddarnar. Fáa smidligari liðir, vøddar og bindivevnað. Uppstramma kroppin. Fáa betri tilvitan um kroppin. Betri kroppsburð. Betri andadrátt. Betri rørslur í gerandisdegnum Vit fáa pulsin upp samstundis sum vit koma niður í gear.


HVÍ EITUR TAÐ PILATES
Týskarin Josef Pilates útviklaði hendan venjingarháttin tíðliga í 1900. Hann var hugtikin av rørslu og heilsu sum heild og granskaði anatomi alt sítt lív. Hann var staddur í Bretlandi, tá ið 1.veraldarbardagi brast á og kom at arbeiða sum sjúkrarøktari á hermannalegu, á Isle of Man. Hann byrjaði at gera venjingar við særdu hermonnunum, meðan teir enn vóru seingjarliggjandi. Hetta styrkti hermennirnar og vísti tað seg, at allir særdir hermenn, ið komu á leguna, yvirlivdu og komu væl fyri seg.