Vælkomin
“hesin mátin at røra seg uppá, hevur gjørt mær so gott, og tí ynski eg at geva tað víðari til tín”
Annika Rajani
Eg eiti Annika Rajani og eri útbúgvin námsfrøðingur í 1999 og pilateslærari í 2018.
Eg eri altjóða góðkend Pilates lærari frá BASI international við +1.000 tímum í frálæru og venjing í pilates.
Við altjóða góðkenningini frá BASI, eri eg examinerað í at vera persónligur pilates lærari og finna ta venjingina, ið hóskar til tín tørv.
Onnur skeið
- Kropsterapeutisk træning 2024 – wellness institute
- Åndedrætsekspert – Movetopeak 2023
- Somatic exercise & nervous system – Rewiretraumatherapy
- Flow moving 2022 – Flow move online
- Fascia 2021 – FEETBACK
- Barnakonu & eftirføðingarskeið – FEETBACK 2019
- Pilates-lærari – BASI 2018
- Yogaskeið – Yogasetrið 2013
Les um meg
Ígjøgnum mína starvsleið og privat, havi eg drúgvar royndir í at arbeiða við menniskjum. Sum námsfrøðingur havi eg í yvir 20 ár arbeitt við børnum og familjum.
-Eg ynski at geva víðari til onnur, tað sum eg fái burturúr at gera pilates- og bjóði fram; pilates skeið, pilates video, privat tímar í pilates, ið kunnu bíleggjast við at kontakta meg, umframt vælveruferðir til Sri Lanka og vælveru-vikuskifti til Spa Hotel Skodsborg norðanfyri Keypmannahavn. har vit gera róligt og rehabiliterandi pilates á morgni og í skýming,
At gera pilates gevur mær eina vælveru í bæði kroppi og sinni!
Um eg taki steðg frá venjingini í meir enn eina viku, so byrja spakuliga gamlir skaðar og skavankir í kroppinum, at gera vart við seg; knæskaðin eg fekk á skí, albogaskaðin eg fekk, tá eg datt fyri nógvum árum síðan og ódefineraða pínan rundanum høgru mjødn.
Eg havi vant pilates síðan eg sum 17 ára gomul búði á Bahamaoyggjunum.
Eg vóni at mín frálæra í Pilates, kann vera ein liður í, at tú fært størri vælveru í kroppi og sinni.