ein rógevandi máti at røra seg uppá, ið styrkir og smidligger kroppin


Les um Anniku

Mítt ynski er, at tú fert at trívast enn betri við at vera tú

Eg eiti Annika Rajani og eri útbúgvin námsfrøðingur í 1999 og pilateslærari í 2018.


Vælveruferðir

Í framtíðini verður skipað fyri styttri og longri ferðum. Tær styttri ferðirnar verða sum “retreat” á Skodsborg í Danmark. Tær longru ferðirnar eru til Sri lanka. Endamálið er at tú kanst fáa ein steðg úr gerandisdegnum og fáa nýggja áfylling av orku.

Ein vælveruferð til Sri Lanka gevur tær ein steðg úr myrka føroyska vetrinum og nýggja orku áfylling…

Úr myrka føroyska vetrinum til sól og summar!
Fyll tíni vitamin depot, endurnýggja orkuna og fá nýggjar heilsugóðar vanar við mildari pilates venjing.

Viðmæli

Les hvat kundarnir siga um mítt virksemi.

5 star rating
5 star rating
5 star rating
5 star rating
5 star rating
Ger Pilates, tað munar. Hjá mær er online Pilates hjá Pilates Vælveru super effektivt og ger mær so gott. Fái strekt og styrkt allar musklar á kroppinum. Gevur mær nógv betur smidligheit og vælveru. Øll kunnu luttaka. Er á Føroyskum, við tí besta instruktørinum.”
Helena Johannesen
5 star rating
5 star rating
5 star rating
5 star rating
5 star rating
“Byrjaði í Pilates Vælveru í Jan 2024. Sum óroynd kom eg til ein tíma, har øll kunnu vera við. Við kønari vegleiðing og hennara róliga lyndi, hjálpti Annika mær at gerast bæði smidigari og at fáa eina sterka kjarnu. Føli pulsin fara niður, so skjótt tímin býrjar. Gevi Pilates Vælveru míni bestu viðmælir.”
 Kvinna úr Tórshavn
5 star rating
5 star rating
5 star rating
5 star rating
5 star rating
“Pilates online heima, er júst nakað fyri meg. Havi verið sera hart rakt av stress og tí er ikki altíð so lætt at møta upp í hølum til venjing. Nú kann eg íðka, tá tað passar mær. Pilates tekur ein stóran part av tí dagliga samlaða stressinum í kropp og sinn og eg fái tað altíð nógv betri í fleiri dagar aftaná venjing
 Kristina úr Tórshavn
5 star rating
5 star rating
5 star rating
5 star rating
5 star rating
“Fyrr gekk eg nógv til fysioterapeut vegna pínu rundanum mjødnina og lægra rygg. 
Eg havi gjørt online pilates við Anniku í skjótt 2 ár og eg gangi als ikki til fysioterapi longur. Pínan er vekk og eg havi fingið eina góða væl eru í kropp og sinn!
Kann sterkt viðmæla pilates online við Anniku”
Kvinna úr Eysturoynni

Pilates

Hvat er pilates og hvørjar ágóðar tað hevur við sær?